Jump to content

PlayStation

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

PlayStation er spælimaskinur frá Sony. Fyrsta PlayStation hjá Sony kom út í 1994, og síðani tá hevur hon fingið fastatøkur á vaksnum eins væl og børnum og ungum . Í 2000 kom PlayStation 2, og hon er tann best umtókta higartil við 155 milliónum seldum eintøkum 28. desember 2012 [1]. Í 2006 kom PlayStation 3, sum í november 2013 hevði selt meir enn 80 milliónir eintøk, og seint í fjør kom so PlayStation 4. Sony hevur selt væl fleiri PlayStation 4 enn roknað varð við í fíggjarætlanini hjá fyritøkuni. Í november 2013 kom PlayStation 4 hjá Sony á marknaðin í USA og Vesturevropa, og í í mars 2014 boðar Sony Corp frá, at higartil eru meir enn seks milliónir PlayStation 4 seldar kring heimin. Tað er væl meira, enn fyritøkan hevði roknað við. Í fíggjarætlanini hjá Sony Corp varð vónað, at við endan av mars vóru fimm milliónir PlayStation 4 seldar, men longu nú er sølan farin upp um seks milliónir [2]. Í Japan kom PlayStation 4 í handlarnar 22. februar.

  1. http://www.ign.com/articles/1998/08/28/history-of-the-playstation
  2. http://www.gamespot.com/articles/playstation-4-crosses-6-million-sales-following-strong-japan-launch/1100-6418086/
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið