Italia
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Fratelli d'italia | |||
Alment mál | Italskt | ||
Høvuðsstaður | Róm | ||
Forseti | Sergio Mattarella | ||
Forsætisráðharri | Giorgia Meloni | ||
Fullveldi | 17. mars 1861 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
301 338 km² 2,4 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2022 - tættleiki |
58.853.482 199,18/km² | ||
Gjaldoyra | Evro | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .it | ||
Telefonkota | +39
| ||
Italia (italskt: Repubblica Italiana) er lýðveldi í Evropa. Italia hevur mark við Frakland í vestri, Sveis og Eysturríki í norði og Slovenia í eystri. Tveir lítlir statir eru í Italia, San Marino liggur mitt í Italia í fjallarøðini Apenninunum, umleið mitt ímillum Róm og Venesia. Vatikanið liggur í høvuðsstaði Italiu, Róm. Nakrir av størru býunum í Italia eru Milano, Firense, Torino, Napoli, Róm og Venesia. Landið hevur umleið 60 mió. íbúgvar. Høvuðsmálið er italskt. Áðrenn 1861 vóru tað fleiri smá lond í tí sum nú er Italia, men í 1861 savnaði kongurin á Sardina, Victor Emanuel 2, øll hesi til eitt stórt kongsríki. Italia var eitt kongsríki til 1946, tá landið gjørdist lýðveldi.
Italia er land við ríkari søgu, og serliga tvey tíðarskeið: Rómverjatíðin í fornøld og endur reinartíðin, sum tók seg upp í 15. øld, hava veitt landinum dýran mentanararv. Hóast Italia nú á døgum er av fremstu ídnaðarlondum í heimunum, er stórur munur á ríku ídnaðarøkjunum fyri norðan og fátakaru landbúnaðarøkjum fyri sunnan. Stóri búskaparligi munurin elvir til spenning í landinum og er ein av atvoldunum til mongu stjórnarskiftini.
Flestu fólk í Italia eru katolikkar.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Stóran part av søgu sínari hevur Italia verið sundurbýtt land. Fyrstu ferð ríkið varð sameint var í rómverjatíðini í máttmikla Rómverjaríkinum. Í miðøld var landið býtt sundur í mong ríki, og tað varð ikki savnað aftur fyrr enn í 1861. Tey fyrstu árini var Torino høvuðsstaður. Fra 1864 til 1871 var høvuðsstaðurin Firense, og seinni gjørdist Róm høvuðsstaðurin.
Í mong hundrað ár hevði Italia verið sundurlimað í mong sjálvstøðug ríki. Næstan alt Norður-Italia var undir eysturríkskum yvirræði. Við franskari hjálp frá Napoleon 3. megnaði Camillo di Cavour, forsætisráðharri hjá Viktor Emanuel 2. kongi á Sardinia, at reka eysturríkarar úr Italia. Brátt vórðu Lombardia, Parma, Toscana og Modena sameind við Sardinia, og í 1860 setti Viktor Emanuel eitt italienskt tjóðarting í Torino. Pávin og illa lýddi Bourbon-valdsharrin í kongsríkinum Sisilia Mikla (Napoli og Sisilia) settu seg upp ímóti, at Italia skuldi verða savnað. Gamli kollveltingarmaðurin Giuseppe Garibaldi savnaði sær í Genova eitt herlið, um 1000 mans, róptir reyðskjúrturnar, og setti kós ímóti Sisilia. Brátt høvdu teir tikið oynna og tað, ið eftir var av kongsríkinum. Nú var bara Pávaríkið eftir, sum var ímóti sameining. Cavour var bangin fyri, at Garibaldi skuldi fáa ov stórt vald og sendi eina herdeild suðureftir og vann á herdeildum pávans. Garibaldi læt sær lynda, at ríkini, hann hevði tikið, gjørdust partur í italienska kongsríkinum. Venesia fór uppí í 1866 og Pávaveldið í 1870. Í 1871 gjørdist Róm høvuðsstaður í nýsavnaða kongsríkinum Italia.
Eldri søga
[rætta | rætta wikitekst]Í 8. og 7. øld f.Kr. settu grikkar búgv í syðra parti av Italiu og nevdu tað Magna Graecia (Stór-Grikkaland). Um nøkulunda somu tíð mentist tann etruskiska mentanin í norðara parti av tí italsu hálvoynni. Frá 7. til 5. øld f.Kr. stýrdu teir rómversku kongarnir og síðan tað rómverska lýðveldið og Rómverska keisaraveldið, Imperium Romanum og Rómverjaríkið. Tíðin frá 6. øld og til samlingina í 1861 var plágað av stríðandi smástatum. Henda tíðin var tó eisini merkt av ríkum handilsbýum sum Venesia og Firenze og Renessansuni, la rinacimento (endurføðingin, renaissance er tann franska týðingin av hesum), tvs. av tí antikku stórbæri (Rómverjaríkið). Tann italska renessansan metin sína byrjan frá árinum 1300, við tí gudommuliga sjónleikinum hjá Dante (La Divina Commedia). Renessansan, sum í líka so stóran mun var eitt búskaparligt-civilisatoriskt tíðarskeið sum eitt mentanarligt ella listasøguligt, blómaði fyrst í 1500-talinum, og hevði longu tá spjatt síni ideal kring allan vesturheimin ella tann kristna heimin. Columbus, sum fann Amerika, var føddur italienari (føddur í Genova). Amerika sum heimspartur varð seinni uppkallað eftir tí italska katografinum Amerigo Vespucci. Renessansan kom til Danmarkar og onnnur Norðurlond via Niðurlond eftir handilsrutunum gjøgnum Rhinen og serliga úr Fraklandi.
Jarðskjálvti 2008
[rætta | rætta wikitekst]Mánadagin 6. apríl í 2009 varð Abruzzo-landsparturin í Italia raktur av einum jarðskjálvta, ið varð máldur til 6,3 á richterstiganum. 308 fólk lótu lív. Skjálvtin legði m.a. í oyði søguliga miðbýin í landspartahøvuðsstaðnum L’Aquila, ið varð harðast rakti býurin í landspartinum.
Fólkatalsfrøði
[rætta | rætta wikitekst]Italia hevur 60.626.442 íbúgvar sambært hagtølum frá kommununum 1. januar 2011 (Anagrafe).[1] Fólkatættleikin í Italia á 201/km², er hægri enn í flestu vesturevropeisku londunum. Tó er tað sera ójavnt, hvar ið fólkatættleikin er størstu. Tey tættast bygdu økini eru Po-dalurin, har nærum helmingurin av fólkunum búgva, og stórbýarøkini í Róm og Napoli, meðan øki við høgum fløllum, sum t.d. Alpurnar og Apenninafjøllini, Basilikata og oyggin Sardinia ikki eru tætt bygd.
Fólkatalið í 20. øld í Italia bleiv nærum dupult so stórt, men mynstrið fyri fólkavøkstri var sera ójavnt, orsakað av innlendis flyting frá landøkjum í suðri til ídnaðarbýir í norði. Hetta hendi serlig aí 1950-60'árunum. Harafturat er stór fólkatilflyting til landið farin fram í 1980'unum fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð. Sambært italsku stjórnini, búðu 4.570.317 útlendingar í Italia í januar 2011.[2]
Landfrøði
[rætta | rætta wikitekst]Stivlaskapaða landið er norðan úr høgu, jøkulklæddu Alpunum suður í turra, heita fjallalendið, langt suðuri í Miðjarðarhavi. Sardinia og Silkioy, ið eru størstu oyggjar í Miðjarðarhavi, hoyra báðar til Italia. Beint sunnan fyri Sikiloy er lítla sjálvstøðuga oyggjalandið Malta. Á italska meginlandinum eru tvey smá ríki, San Marino og Vatikanríkið. Róm, eisini kallaður tann ævigi býurin, er høvuðsstaðurin.
Størstu býir (fólkatalið í landslutinum pr. 1. januar 2007)[3]:
Róm 4 010 000 íbúgvar
Milano 3 890 000 íbúgvar
Napoli 3 090 000 íbúgvar
Torino 2 250 000 íbúgvar
Palermo 1 240 000 íbúgvar
Størstu oyggjar:
Sisilia 25 708 km²
Sardinia 24 090 km²
Elba 223 km²
Longstu áir:
Po 670 km
Adige 410 km
Tiber 405 km
Størstu vøtn:
Gardasjógvurin 370 km²
Lago Maggiore 212 km²
Lago di Como 146 km²
Hægstu fjøll:
Monte Bianco 4 810 m
Monte Rosa 4 634 m
Monte Cervino 4 478 m
Gran Paradiso 4 061 myh.
Størstu vulkanir:
Etna 3 323 m
Vesuv 1 277 m
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Italia hevur verið ein einarstatur og parlamentariskt lýðveldi síðan 2. juni 1946, tá tey fóru burtur frá kongsríkinum sum stýrisformi, hetta hendi við einari fólkatkvøðu í 1946. Forsetin í Italia, sum í løtuni er Sergio Mattarella, sum hevur sitið síðin 2015, er hægsti myndugleiki í landinum. Forsetin er valdur í eitt 7 ára tíðarskeið av tjóðartinginum í Italia. Italia hevur eina skrivaða fólkaræðiliga grundlóg, sum var úrslit av arbeiðinum hjá tí grundlógargevandi forsamlingini, ið arbeiddi við hesum frá 1946 til 1948, tað var ein samantvinnan av øllum anti-fasista kreftunum sum luttóku í at stríðnum fyri at berja niður Nazistar og Fasistar undir borgarakrígnum í Italia.[4]
Stjórn
[rætta | rætta wikitekst]Italia hevur eina parlamentariska stjórn, sum er grundað á proportionala atkvøðuskipan. Tjóðartingið (parlamentið) hevur tvey kømur: tey tvey húsini, umboðsmannatingið (á enskum: Chamber of Deputies) (sum møtist í Palazzo Montecitorio) og Senatið (á enskum: Senate of the Republic), sum heldur til í Palazzo Madama. Hesi bæði kømurini hava líka stórt vald. Forsætisráðharrin, almenni Forsetin fyri Ráðharraráðið (President of the Council of Ministers / Presidente del Consiglio dei Ministri), er stjórnarleiðari. Forsætisráðharrin og stjórnin verða sett av Forsetanum fyri Lýðveldið, (President of the Republic), men má ígjøgnum álitisatkvøðuðgreiðslu í stjórnartinginum fyri at kunna taka við sessunum.
Flóttafólk
[rætta | rætta wikitekst]Túsundtals flóttafólk úr Afrika royna á hvørjum ári at sleppa inn í Italia fyri at sleppa burturúr fátækradøminum í heimlandinum. Úr Italia ferðast tey víðari, har tey leita eftir størvum. Flóttafólk úr Afrika royna javnan at koma sær inn í Evropa umvegis Miðjarðarhavið. Serliga italska oyggin Lampedusa er væl umtókt hjá flóttafólkunum. Italia er fyrsta steðgistað hjá flóttafólkum úr Norðurafrika, ið ætla at leita sær friðskjól í Evropa. Tí stríðast myndugleikarnir í Italia javnt og samt við flóttafólk, ið royna at koma sær inn í landið. Italia hevur í fleiri umførum biðið um hjálp frá ES, fyri at basa vaksandi trupulleikanum við flóttafólkum, ið royna at koma sær inn í landið. Higartil uttan eydnu [5]. Í oktober 2013 lótu 550 flóttafólk lív í tveimum bátsvanlukkum, tá bátarnir, tey vóru í, koppaðu í farvatninum millum Libya og Lampedusa í Italia. Í 2013 tók kjakið um flóttafólk seg upp aftur, eftir at eldur kom í ein bát við flóttafólkum úr Afrika beint við oynna Lampedusa. Í minsta lagi 520 fólk lótu lív, og 155 vórðu bjargað [6]. Bert eina viku seinni sakk enn ein bátur við flóttafólkum stutt frá Sisilia. Tá sjólótust 27 fólk, men meir enn 200 vórðu bjargað. Allarflestu flóttafólkini vóru úr Eritrea, Somalia og Gana.
Fyrisitingarligar eindir
[rætta | rætta wikitekst]Italia er býtt sundur í 20 fyrisitingarligar regiónir:
Región | Høvuðsbýur | Stødd (km²) | Stødd (sq mi) | Fólkatal |
---|---|---|---|---|
Abruzzo | L'Aquila | 10.763 | 4.156 | 1.342.177 |
Aosta Valley | Aosta | 3.263 | 1.260 | 128.129 |
Apulia | Bari | 19.358 | 7.474 | 4.090.577 |
Basilicata | Potenza | 9.995 | 3.859 | 587.680 |
Calabria | Catanzaro | 15.080 | 5.822 | 2.011.537 |
Campania | Napoli | 13.590 | 5.247 | 5.833.131 |
Emilia-Romagna | Bolonja | 22.446 | 8.666 | 4.429.766 |
Friuli-Venezia Giulia | Trieste | 7.858 | 3.034 | 1.235.761 |
Lazio | Róm | 17.236 | 6.655 | 5.724.365 |
Liguria | Genova | 5.422 | 2.093 | 1.616.993 |
Lombardia | Milano | 23.844 | 9.206 | 9.909.348 |
Marche | Ancona | 9.366 | 3.616 | 1.564.886 |
Molise | Campobasso | 4.438 | 1.713 | 319.834 |
Piemonte | Torino | 25.402 | 9.808 | 4.456.532 |
Sardinia | Kagliari | 24.090 | 9.301 | 1.675.286 |
Sisilia | Palermo | 25.711 | 9.927 | 5.050.486 |
Tuskana | Firenze | 22.993 | 8.878 | 3.749.074 |
Trentino-Alto Adige/Südtirol | Trento | 13.607 | 5.254 | 1.036.639 |
Umbria | Perugia | 8.456 | 3.265 | 906.675 |
Veneto | Venezia | 18.399 | 7.104 | 4.936.197 |
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Italia er kent fyri sína list og mentan. Her eru ein røð av kendum bygningsverkum frá forntíðini og stórheitstíðini hjá Rómverjaríkinum. Tey kendastu og týdningarmestu bygningsverkini í Italia eru: Skeiva tornið í Pisa, Kolosseum, Castel Sant'Angelo, Forum Romanum og Pantheon í Róm og dómkirkjurnar í Firenze og Venesia. Italskur matur, vín, design, bókmentir, list, tónleikur (sertakliga opera) v.m. er kent kring allan heimin. Serliga er økið Toscana vældámt sum eitt feriu-, arbeiðs- og uppløðingarstaður (rekreasjón) av mentanarligum persónum kring heimin.
Renessansan vant uppá seg í Italia í 13- og 1400-tallinum. Skøld sum Dante Alighieri, Francesco Petrarca, Torquato Tasso og Ludovico Ariosto, og rithøvundar sum Giovanni Boccaccio, Niccolò Machiavelli og Baldassare Castiglione fingu sera stóra og varandi ávirkan á menningina av tí evropeisku mentanini. Tað sama fingu italskir málarar, myndahøggarar og arkitektar sum Filippo Brunelleschi, Leonardo da Vinci, Rafael, Sandro Botticelli, Fra Angelico og Michelangelo Buonarroti. Freskurnar hjá Michelangelo undir takinum í tí Sixtinska kapellnum í Vatikaninum er saman við hansara standmynd av David sum tey allarfremstu súmbolini á renessansuna.
Tónasmiðir sum Giovanni da Palestrina, Claudio Monteverdi, Arcangelo Corelli og Antonio Vivaldi settu sín dám á barokk-tíðina, meðan romantikarar sum Gioacchino Rossini, Giuseppe Verdi og Giacomo Puccini víðarimentu tað italsku operuna, soleiðis sum vit kenna hana í dag.
Hygg eisini at
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenn heimasíða hjá italsku stjórnini: governo.it (á italskum)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Istituto Nazionale di Statistica. "Resident population on 1st January". http://dati.istat.it/Index.aspx?lang=en. Heintað 19 December 2011.
- ↑ >Istituto Nazionale di Statistica. "Foreign resident population on 1st January". http://dati.istat.it/Index.aspx?lang=en. Heintað 19 December 2011.
- ↑ "ISTAT". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2008-03-29. https://web.archive.org/web/20080329062647/http://www.istat.it/popolazione/. Heintað 2014-03-07.
- ↑ Smyth, Howard McGaw Italy: From Fascism to the Republic (1943–1946) The Western Political Quarterly vol. 1 no. 3 (pp. 205–222), September 1948
- ↑ http://www.france24.com/en/20131004--italy-calls-EU-help-lampedusa-boat-sinking-tragedy-immigration/
- ↑ http://www.bbc.com/news/world-europe-24866338