Kuvait
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Al-Nasheed Al-Watani | |||
Alment mál | Arabiskt | ||
Høvuðsstaður | Kuwait býur | ||
Emír | Mishal Al-Ahmad Al-Jaber Al-Sabah (مشعل الأحمد الجابر الصباح) | ||
Forsætisráðharri | Mohammad Sabah Al-Salem Al-Sabah (محمد صباح السالم الصباح) | ||
Fullveldi | 19. juni 1961 (frá Stóra Bretlandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
17 818 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2022 - tættleiki |
4 294 621 200,2/km² | ||
Gjaldoyra | Kuvaitiskur dinarur (KWD) | ||
Tíðarøki | UTC +3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .kw | ||
Telefonkota | +965
| ||
Lýðveldið Kuvait (arabiskt; دولة الكويت ella Dawlat al-Kuwayt) er eitt lítið land í Miðeystri. Høvuðsstaður er Kuwait City, og londinum hevur umleið 3,5 millionar íbúgvar. Í vestri hevur Kuvait mark við Saudi-Arabia, í norðri við Irak, og í suðri er Persaflógvi.
Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Kuveit, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Kuvait.[1]
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Í 1990 tók Irak Kuvait. Innrásin var atvold til Flógvakríggið, tá ið altjóða herlið við USA á odda róku irakar norður um aftur markið.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Stórar oljukeldur hava gjørt Kuvait ovurríkt, og oljuídnaður er høvuðsvinna. Áðrenn olja varð funnin har í 1940-árunum, var landið fátækt og lítið framkomið. Men stóri oljuútflutningurin hevur gjørt tað til eitt av ríkastu londum í heiminum. Ovurstóra ríkidømið í Kuvait sæst aftur í til dømis dýrum bilum og stórsligum byggingum sum vatntornunum í høvuðsstaðnum.
Irakska innrásin var sonn vanlukka fyri Kuvait. Tá ið irakar tóku seg aftur, settu teir eld á nógvar oljubrunnar, og hetta fekk álvarsligar avleiðingar fyri alt har um vegir og búskap landsins. Nógv olja rann í havið, og fuglur og sjódýr doyði. Nógv spreingievni og óbrostnar minur lógu eftir í oyðimørkini. Enn er ikki liðugt at rudda upp eftir flógvakríggið.
Fólkið
[rætta | rætta wikitekst]Lívskorini eru góð; fólkið rindar ikki skatt, og skúlagongd, sjúkraviðgerð og mangar aðrar samfelagsveitingar eru ókeypis.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Kuvait er innast í Persaflógva. Landið er lítið, og meginparturin er oyðimørk.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-12-05. https://web.archive.org/web/20201205092439/http://malrad.fo/page.php?Id=53&l=fo&s22=Kuvait. Heintað 2018-01-11.