Martin Møller
Appearance
Martin Møller (føddur 18. mai 1980 í Næstved) er ein danskur/grønlendskur ítróttamaður, skíðari. Hann luttók á Vetrar-OL 2014 umboðandi Danmark, av tí at Grønland eins og Føroyar ikki sleppur at luttaka undir egnum flaggi til OL.
Martin varð heiðraður sum Ársins ítróttafólk 2013 av Ítróttasambandi Grønlands, eins og hann vann sama heiður í Nuuk.
Martin er føddur í Næstved men uppvaksin í Aasiaat í Grønlandi. Hann flutti úr Grønlandi sum tannáringur, fyri at ganga á einum skístudentaskúla í Noregi, og síðan las hann til verkfrøðing á universiteti í Tróndheimi, og býr nú í Nuuk.