Jump to content

Vigdís Finnbogadóttir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vigdís Finnbogadóttir

Vigdís Finnbogadóttir, fødd 15. apríl 1930 í Reykjavík, Íslandi, er íslendskur UNESCO sendiharri og fjórði forseti Íslands. Hon var forseti frá 1980 til 1996 og var fyrsta kvinna í heimunum at verða vald forseti í fólkaræðisvalskipan. Hon eigur eisini metið at vera tann kvinnan, sum hevur sitið longst í einum samanhangandi tíðarskeiði.

Lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Vigdís var fødd í Reykjavík tann 15. apríl 1930. Pápi hennara var Finnbogi Rútur Þorvaldsson, professari við Háskúla Íslands, og mamma hennara var Sigríður Eiríksdóttir, sjúkrasystir. Vigdís vaks upp í húsi saman við beiggja sínum, foreldrum og ommu og abba.

Vigdís fekk prógv frá miðnámskúlanum Menntaskólinn í Reykjavík í 1949. Aftaná miðnámskúlaprógvið fór hon til Fraklands undir víðari lesnað, og las hon franskt og franskan litturatur, bæði í Sorbonne háskúlanum og í Grenoble frá 1949 til 1953. Síðani fór Vigdís til Keypmannahavnar, har hon las teatur við háskúlan í Keypmannahavn. Aftaná at hava vent nøsini aftur til Íslands, las hon uppaftur víðari og gjørdist BA í fronskum og enskum í Háskúla Íslands.

Í 1960-árunum og 1970-árunum var Vigdís ein dyggur mótstandari av amerikansku herbasuni í Keflavík, og luttók hon í fleiri mótmælisgongum og tiltøkum. Hvørt ár gingu fleiri hundrað, og onkuntíð túsund fólk, tann 50 km langa teinin frá Reykjavík til Keflavíkar, ímeðan tey róptu: "Ísland úr NATO - Herin burt".

Vigdís giftist einum lækna í 1954, men hjúnarbandið helt ikki, og tey vórðu skild í 1963. Vigdís hevði altíð havt ynski um at fingið børn, og bleiv tann dreymurin til veruleika, tá hon, sum 41 ára gomul, tann 18. oktober 1972 fekk eitt vakurt gentubarn í favnin. Vigdis var tann fyrsta einliga kvinna í Íslandi, ið fekk loyvi at adoptera barn, og gleðin var stór.

Forseti Íslands

[rætta | rætta wikitekst]

Javnstøðubardagin hevði verið ein langur kampur hjá kvinnum í Íslandi. Altjóða kvinnuárið 1975 fingu íslenskar kvinnur øll eygu á seg, tá 90% av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum fóru í verkfall fyri at vísa, at tær vóru líka nógv verdar sum menninir, og mótmæla at tær ikki vóru virðismettar á arbeiðsmarknaðinum.

So tá tað nærkaðist forsetavali í 1980, vóru kvinnurnar sera fokuseraðar uppá at fáa eina kvinnu valda. Eftir nógva yvirtaling, valdi Vigdís at stilla upp ímóti trimum mannligum valevnum. Nógv vildu vera við, at ein ein kona, og ikki minst ein skild, einlig mamma, onki hevði at gera í forsetaembæti. Hetta brúktu mótstandarar hennara nógv í móti Vigdís í kjaksendingum. Hon vann tó valið við 33,6% av atkvøðunum, við bert einum og einum hálvum prosenti meir enn nummar tvey, ið fekk 32,1%. Íslendingar vóru, og eru enn, sera stoltir av hesum vali, og hevði tað við sær at fleiri kvinnur fingu styrkina til at stilla upp í politikki,

Vigdís stillaði uppaftur 3 ferðir. Fyrstu ferð í 1984, tá ongin stillaði upp ímóti henni. Í 1988, tá ein onnur kvinna stillaði upp ímótir henni. Vigdís vann tað valið við 92% av atkvøðunum. Vigdís stillaði upp fyri síðstu ferð í 1992, og var tá aftur ongin mótstøða, og hon endurvald. Í nýggjársrøðu síni í januar 1996 boðaði Vigdís frá, at hon ikki stillaði uppaftur til forsetaval.

Hon var sera væl umtókt sum forseti, og vóru hjartamál hennara støðan hjá kvinnum í samfelagnum, at verja íslendskt mál og røkta land og tjóð.

Sum forseti vildi Vigdís ikki bert vera ein kransakakufigurur. Hon tók ein aktivan part í umhvørvismálum, bardist fyri at verja um íslenska málið og mentanina, og virkaði sum ein mentanarambassadørur, ið var betri enn nøkur lýsingarherferð fyri íslendsku tjóðina. Hon tosaði ofta um týdningin, smáar tjóðir hava, og var vertur fyri kritiska fundin ímillum Ronald Reagan og Mikhail Gorbachev í 1986. Ein týdningarmikil fundur, ið var byrjanin til endan á kalda krígnum.

Vigdís legði stóran dent á, at ungar kvinnur skulu útbúgva seg, og hon var ein stór fyrimynd hjá ungum gentum og kvinnum.[1]

Lívið aftaná forsetasessin

[rætta | rætta wikitekst]

Vigdís gavst sum forseti í 1996, eftir 16 ár í starvinum. Skilnaðurin ímillum hana og tjóðina gekk væl, og var íslenska tjóðin sera takksom fyri størv hennara og kærleika.

Vigdís hevur síðani 1998 verið UNESCO ambassadørur, og hevur hon starvast nógv bæði í Íslandi og uttanlands, fyri at verja um móðurmál. Í dag er Vigdís vorðin ein eldri dama, men tað forðar henni ikki, og áhugamálini ið fylla mest í dagligdegnum eru: konsertir, bøkur, biograftúrar og serliga at fara ein túr í sjónleikarahús. Hon er glað fyri tað lívið hevur givið henni, og roynir at liva lívið livandi, og nýta tað so longi hon kann.

Viðurkenningar

[rætta | rætta wikitekst]

Íslenskar viðurkenningar

[rætta | rætta wikitekst]
  • Grand Cross with Collar of the Order of the Falcon

Altjóða viðurkenningar

[rætta | rætta wikitekst]
  • Denmark: Knight of the Order of the Elephant (25. februar 1981)
  • Noreg: Knight Grand Cross with Collar of the Order of St. Olav
  • Svøríki: Knight of the Royal Order of the Seraphim (8. oktober 1981)
  • Finnland: Knight Grand Cross with Collar of the Order of the White Rose
  • Italia: Knight Grand Cross with Grand Cordon of the Order of Merit of the Italian Republic (5. oktober 1987)
  • Niðurlond: Knight Grand Cross of the Order of the Netherlands Lion (juni 1994)

Heiðurs gradur

[rætta | rætta wikitekst]

Vigdís hevur fingið heiðursgradur frá hesum háskúlum (universitetum):

  • University of Grenoble, Frakland (1985)
  • University of Bordeaux, Frakland (1987)
  • Smith College, U.S.A (1988)
  • Luther College, U.S.A.(1989)
  • University of Manitoba, Kanada (1989)
  • University of Nottingham, England (1990)
  • University of Tampere, Finnland (1990)
  • University of Gothenburg, Svøríki (1990)
  • The Gakushuin University in Tokyo, Japan (1991)
  • University of Miami, U.S.A (1993)
  • University of Trondeim, Noreg (1993)
  • St. Mary's University in Halifax, Kanada (1996)
  • University of Leeds, England (1996)
  • Memorial University of Newfoundland, Kanada (1997)
  • University of Guelph, Kanada (1998)
  • Háskúli Íslands, Ísland (2000)

Vigdís er eisini limur í Club of Madrid[2], ein non-profit felagskapur, samansettur av 81 fyrrverandi forsetum og forsætisráðharrum frá 57 ymiskum londum.

Útvortis leinkjur

[rætta | rætta wikitekst]

Vigdís Finnbogadóttir Archived 2015-02-04 at the Wayback Machine á forseti.is (enskt)

Aðrar keldur nýttar í greinini

[rætta | rætta wikitekst]
  • Gunnar Karlsson og Sigurður Ragnarsson. 2006. Nýir tímar. Saga Íslands og umheimsins frá lokum 18. aldar til árþúsundamóta. Mál og menning, Reykjavík.
  • Páll Valsson. 2009. Vigdís. Kona verður forseti. JPV útgáfa, Reykjavík.
  • Pálmi Jónasson. 1994. Æviágrip Vigdísar Finnbogadóttur. Pressan 12:6.
  • Vigdís Finnbogadóttir Archived 2015-07-06 at the Wayback Machine á forseti.is (íslenskt)
  • Heimasíða Vigdísar (íslenskt)
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. Torild Skard (2014) 'Vigdís Finnbogadóttir' 'Women of power - half a century of female presidents and prime ministers worldwide. Bristol: Policy Press ISBN 978-1-44731-578-0
  2. http://www.clubmadrid.org/