Jump to content

Simbabvi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Republic of Zimbabwe
Tjóðveldið Simbabvi
Flagg Simbabvi
(Flagg Simbabvi)
Skjaldarmerki Simbabvi
(Skjaldarmerki Simbabvi)
Tjóðarslagorð: "Unity, Freedom, Work"
(føroyskt: Semja, Frælsi, Arbeiði)
Tjóðsangur: "Blessed be the land of Zimbabwe"
Alment mál Enskt, Sjona, Ndebele
Høvuðsstaður Harare
Forseti Emmerson Mnangagwa
Varaforseti Constantino Chiwenga
Fullveldi 18. apríl 1980
(frá Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
390,757 km²
1.0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
12 619 600
32.3/km²
Gjaldoyra Onki (áður: Simbabviskur dollari)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .zw
Telefonkota +263

Tjóðveldið Simbabvi (enskt: Republic of Zimbabwe) eitur eitt land sum liggur í sunnara parti av Afrika. Har búgva umleið 12,6 mió. fólk. Fyrr kallaðist landi Rhodesia. Høvuðsstaðurin eitur Harare.

[rætta | rætta wikitekst]
Kort av Syðra-Afrika har Simbabvi er merkt.

Simbabvi gekk áður undir navninum Rhodesia, men er nú uppkallað eftir hinum gamla ríkinum Simbabvi Mikla.

Simbabvi var einaferð partur í stórum handilsveldi. Fyri mongum hundrað árum síðan fluttu simbabviskir keypmenn út gull og kopar til bæði Kina og India. Miðdepil í hesum ríki var Simbabvi Mikla ("hús høvdingans"), ið var mikil granittborg, haðan Simbabvi tók sær navn sítt, tá ið landið gjørdist sjálvstøðugt í 1980 [1].

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Størsi býurin og høvuðsstaðurin er Harare. Høvuðsstaðurin í Simbabvi verður kallaður býurin við teimum blómandi trøunum, tí at allastaðni fram við breiðu vegunum eru gróðursett trø og runnar. Áður æt býurin Salisbury, men tá ið landið tók sjálvstýri, varð navnið broytt til Harare eftir høvdinginum Neharare, sum ráddi har, áðrenn evropear komu og løgdu landið undir seg. Nú er hesin vakri, nýmótans býurin miðdepil í landinum.

Viktoriafossur

[rætta | rætta wikitekst]

Har ið Zambesiá rennur eystur eftir á markinum ímillum Simbabvi og Sambia, stoytir hon seg brádliga niður í eina tronga gjógv, ið er 128 metrar djúp. Tjúkka támið og mikla fossadunið síggjast og hoyrast einar 40 km. frá fossunum. Fólkið, ið býr við fossarnar, rópar fossarnar mosi-oa-tunya, "támið, ið dunar", men í útheiminum verða teir róptir Viktoriufossar.

Regntíðin í Simbabvi er ikki eins til longdar, og tí er vøksturin eisini ójavnur. Vøksturin er ramastur nærri skóginum og verður minni, longur ið frá honum kemur. Uttan fyri savannuna er steppan. Steppan er har, sum regnið er meira óálítandi, og vøksturin er hareftir. Savannan tekur umleið helmingin av øllum lendi í Simbabvi. Savannan er besta dyrkilendi í Afrika. Savannan er eisini tilhaldið hjá teimum stóru og nógvu súgdýrunum.

Nasahornið, fílurin og áarhesturin halda til á vátlendum nærhendis áunum. Inni á fløtunum ganga t.d. búflar, sebrur, giraffar og antilopur, hesi dýrini eru beinlong og góðir rennarar, sum í turrtíðini fara um víðar fløtur at fáa sær drekka og mat. Rovdýrini tróta heldur ikki, har eru leopardar, hýenir, sjakalar og leyvur.

Stórdýrini í Simbabvi eru nógv fækkað hesa seinastu øldina, tí dúgliga hevur verið veitt, serliga hava ríkmenn úr Evropa farið stuttleikaferður suður á savannuna í Simbabvi við byrsu. Nú hava menn roynt at friða summi dýrasløg undan týning og eisini friðað stórar víddar fyri alla skjóting. Á savannuni í Suðursimbabvi eru eisini nógvir sjáldsamir fuglar. Har gongur eisini hin hábeinti strutsurin sum menn vóru so grammir eftir, tá ið tað var móti at ganga við strutsafjøður í hattinum. Har eru eisini gribbar, ørnir, storkar, flamingoar og eitt ótal av sangfuglum. Krokodillurnar liva í áunum, og eiturflugurnar í vátlendinum og deyðagrasinum. Eiturflugurnar smitta fólk við t.d. malariu og sovisjúkuni og dýrini við dýrasótt.

Fitisteinsfuglur. Í eini girðing við Simbabvi Mikla stóðu súlur. Ein av hesum fuglum varð tjóðartekin hjá nýggja ríkinum Simbabvi eftir loysingina í 1980.

Hendingarøð

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1300-árini: Simbabvi Mikla í fullum blóma.
  • Um 1400: Gull úr námum í Simbabvi verður flutt út til Asia um Sofala (nú Mosambik) á eysturstrondini.
  • 1400-árini: Sagt verður, at sagnkeisarin Motota legði nógv land uttan um Simbabvi undir seg í 15. øld.
  • 1400-árini: Gullhandil útvegar kongsríkinum Simbabvi stórar inntøkur.
  • Um 1450: Byggivirksemið í Simbabvi er mest.
  • Um 1500: Simbabviríkið, sum fekk høvuðsinntøku sína av handla við gulli, hevði sína stórtíð, og tjúkkir býarmúrar av granittgróti vórðu laðaðir uttan um býirnar. Býarmúrurin var 5 m. tjúkkur í neðra og 9,75 m. høgur. Partar av býarmúrinum uttan vórðu skrýddir við V-skapaðum mynstrum.
  • 1500-árini: Sambandið við Evropa gjørdi, at trælahandilin vaks. Seinast í 16. øld sigldu evropeiskir sjófararar á kanningarferðum sínum fram við bæði eystur- og vesturstrondini í Afrika, og tað hevði við sær, at evropear stovnaðu keypsstaðir á eysturstrondini av Simbabvi í 16. øld.
  • Um 1600: Simbabvi missir vald sítt sum høvuðsstaður og í staðin koma mangir landspartahøvuðsstaðir í Simbabvi, Botsvana og Transvaal.
  • 1700-árini: Evropearar taka valdið í Simbabvi.
  • 18. apríl 1980 gjørdist Simbabvi sjálvstøðugt ríki.

Simbabvi Mikla

[rætta | rætta wikitekst]
Borg úr Simbabvi Mikla. Viggavaksna tornið var heilt innan. Býarmúrarnir vóru úr stórum granittklettum.

Nú á døgum siga óførar toftir frá Simbabvi Mikla, sum var ein týðandi politiskur, handilsligur og átrúnaðarligur miðdepil, sum blómaði sunnarlaga í Afrika í árunum 1000-1500. Tað ríkaði seg av neytahaldi og handli við jarni, gulli og kopari. Tey komu við vøruni til havnina í Mosambik. Haðani fór hon við skipi norðureftir fram við eysturstrond Afrika til Arábia. Umboðsmenn úr Simbabvi vórðu eisini sendir í fjarskotin lond við gávum til fremmandar valdsharrar, sum teir vildu hava gott handilssamband við.

Í 9. øld livdi eitt fólk, sum dyrkaði jørðina og helt fenað, á víða Simbabvislættanum ímillum áirnar Sambesi og Limpopo sunnarlaga í Afrika. Tey komust eftir, at til bar at vinna gull úr námum tætt við. Tey fóru at selja gull í grannalondunum, og í 13. øld varð kopar og gull flutt út til Árabia og tvørtur um Indiahav til Asia í býti við aðra vøru, til dømis postalín úr Kina. Summir afrikanarar nýttu postalínskúvingin sum gjaldoyra. Valdhavarnir í Simbabvi fingu stóra inntøku av handlinum og fingu á føtur og bygdu eitt máttmikið og múgvandi ríki.

Í 12. øld fóru simbabvar at laða stórar grótgarðar, masimbabve. Tá vórðu laðaðir tjúkkir múrar við stórum tornum uttan um gomlu garðarnar. Menn, vápnaðir við spjótum og skjøldrum, vardu býarmúrin. Býarmurarnir vóru úr stórum granittklettum. Ta tíðina var býurin týðandi politiskur, handilsligur og átrúnaðarligur miðdepil. Valdhavin og fólk hansara búðu í rundum hálmtaktum húsum innan fyri býarmúrin.

Høvuðsborgin í Simbabvi varð bygd eftir 400 árum. Seinni rýmdu fólkið úr henni, tí at markirnar har í kring vórðu ikki nóg fruktagóðar at breyðføða fólkið. Fuglar úr skornum fitisteini stóðu á súlum í eini girðing við borgina í Simbabvi. Ein av hesum fuglum gjørdist tjóðarmerki hjá ríkinum Simbabvi, tá ið apartheidstýrið hjá teimum hvítu fall í 1980.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]
Robert Mugabe er katolikkur. Hann var í Vatikanríkinum í 2005 og fylgdi Jóhannesi Páll páva til gravar.
Mótmælisfólk.

Einaræði

[rætta | rætta wikitekst]

Robert Mugabe hevur havt valdið í Simbabvi, síðani landið fekk sjálvsstýri frá Stórabretlandi í 1980. Mugabe hevur seinnu árini veruliga foldað seg út sum einaræðisharri. Forsetaval var í Simbabvi tann 21. mars í 2008. Úrslitið, sum kom tann 2. mai 2008, vísti, at andstøðuvalevnið, Morgan Tsvangirai, hevði vunnið á Robert Mugabe. Men Mugabe toldi illa at tapa. Hann noktaði at lata landið frá sær aftur og byrjaði ístaðin at ognartaka alla jørð, sum útlendingar átti í Simbabvi. Jørðina gav hann sínum viðhaldsfólkum, sum um sama mundið forfylgdi og myrdi frá hond [2]. Fólk í túsundtali eru flýggjað undan Mugabe seinnu árini.

Síðani 1988 er miðallivialdurin í Simbabvi lækkaður frá 62 ár til 38 ár [3].

Mannarættindi

[rætta | rætta wikitekst]

Simbabvi hevur givið øllum hjálparfelagsskapum í landinum boð um at steðga arbeiðnum [4]. Nógv mannarættindastríðsfólk eru eisini blivin burtur. Broderick Takawira og Jestina Mukoko vóru millum tey umleið 30 mannarættindastríðsfólkini og politisku stríðsfólkini, sum vórðu hildin ólógliga aftur [5]. Nøkur teirra eru ákærd fyri at hava biðið fólk at fara til hernaðarliga útbúgving í Botsvana. Onnur eru ákærd fyri at hava bumbað løgreglustøðir í høvuðsstaðnum Harare umframt eina jarnbreyt. Tey vísa øllum ákærum frá sær.

Kvinnurættindi

[rætta | rætta wikitekst]
Magodonga Mahlangu úr Simbabvi hevur fingið Robert F. Kennedy Human Rights Award.
Í Zambeziá á markinum millum Sambia og Simbabvi eru størstu fossar í Afrika, Viktoriufossar.

Síðani februar 2003 eru limir í kvinnubólkinum Women of Zimbabwe Arise (WOZA) blivnir handtiknir fleiri ferðir av løgregluni í Simbabvi, meðan tær friðarliga hava mótmælt støðugt versnaðu sosialu og fíggjarligu viðurskiftunum umframt mannarættindastøðuni í landinum. Viðferðin, sum limirnir í kvinnubólkinum WOZA eru fyri, vísir støðugt versnandi tolsemið hjá myndugleikunum mótvegis friðarligum almennum mótmælisgongum, sum havast at politikkinum hjá stjórnini í Simbabvi. Harumframt setir hetta fokus á brotsliga nýtslu av lóggávuni. Her verður serliga hugsað um, at Public Law and Security Act and Miscellaneous Offences Act verða nýttar saman, og hetta loyvir tilvildarligum handtøkum, og at fólk verða hildin aftur, og hetta ger tað eisini møguligt fyri løgregluna at fremja fleiri onnur mannarættindabrot [6].

Eftir eina friðarliga mótmælisgongu í býnum Bulawayo í mai 2000, har kvinnubólkurin vildi mótmæla móti hækkanum í skúlapeningi, vórðu fleiri hundrað limir av WOZA og umleið 70 skúlabørn handtikin. Bólkurin varð seinni ákærdur fyri "atferð, sum kann hava við sær brot á friðin". Sum skilst blivu tveir WOZA-leiðarar hóttir av einum løgregluovasta. Tann 31. mars í 2005, tá val var til lóggávutingið, handtók løgreglan umleið 200 kvinnur, tá limir av WOZA royndu at halda náttarvakt við bøn og livandi ljósi eftir valið í høvuðsstaðnum Harare. Tær handtiknu, herímillum nakrar mammur við pinkubørnum, vórðu hildnar aftur gjøgnum náttina undir opnum himli á einum torgi.

Sambært frágreiðingum segði løgreglan við kvinnurnar, at um tær játtaðu seg sekar í nøkrum minni brotum á Miscellaneous Offences Act, kundu tær rinda eina bót og verða leyslatnar aftur. Um tær noktaðu at gera hetta, skuldu tær verða hildnar aftur alt vikuskiftið og verða ákærdar eftir Public Law and Security Act. Allar kvinnurnar, harav fleiri vóru eldri ella skaddar ella høvdu pinkubørn við sær, játtaðu at rinda bøturnar. Enn einaferð bleiv Miscellaneous Offences Act nýtt til at fáa fólk at játta seg sek og til at lógliggera tilvildarligar handtøkur, og at fólk tilvildarliga verða hildin aftur.

Hesi hagtøl eru bara toppurin av ísfjallinum. Harðskapur móti kvinnum verður mangan ikki fráboðaður, tí kvinnurnar skammast ella vænta, at eingin trýr teimum, ella tora tær ikki, tí kanska verða tær tá fyri uppaftur meira harðskapi [7].

Í Simbabvi er tað at vera samkyndur eitt brotsverk [8], ið revsast á jøvnum føti við neyðtøku og annan kynsligan ágang [9].

Fátækradømi

[rætta | rætta wikitekst]

Ein nýggj frágreiðing hjá ST kemur til ta niðurstøðu, at 1,7 milliard fólk kring heimin eru fátæk. Samstundis hevur ST gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu framkomin tey ymsu londini kring heimin eru. Danmark er á 19. plássi, og Simbabvi er niðast [10].

Eyðkvæmi

[rætta | rætta wikitekst]

Tey eru tað fólkaslag, sum eru svárast rakt av sjúkuni AIDS - 3 hvør vaksin er smittaður av hesi herviligu sjúku [11], soleiðis at miðalaldurin er 35 ár. Umleið 1,5 mió. børn undir 15 ár eru vorðin faðir og móðurleys [12].

Mangir teirra eru bøndur, men alt fleiri og fleiri gerast ídnaðarverkafólk.

Virðisminkan

[rætta | rætta wikitekst]

Inflatiónin á 3714 % er heimsins hægsta, og summar fyritøkur gjalda tí løn í mati heldur enn í pengum [13]. 100 milliónir simbabviskir dollarar (ZWL) eru ikki verdir meira enn umleið hundrað krónur. Borgarar í Simbabvi sleppa bert at taka út eina ferð um vikuna, og tá er hámarkið 100 milliónir dollarar. 4 út av 5 vaksin eru arbeiðsleys.

Landbúnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Savannan í Simbabvi er hin besta sáðjørðin í Syðra-Afrika. Miðskeiðis í Simbabvi er jørðin fruktagóð, og har verður tubbak og onnur grøði dyrkað til útflutnings. Hóast myndugleikarnir hava broytt jarðarlóggávuna, so at jørðin verður rættvísari býtt ímillum fólkið, er besta jørðin enn í hondunum á nøkrum fáum túsund stórbóndum, teir flestu eru hvítir, og ta vánaligu jørðina mega so tær fimm milliónir svørtu bøndurnir hjálpast við. Alt jarðarbrúkið í hesum lendi er sjálvbjargnisbúnaður.

Ídnaðarmenningin har hava síðstu árini verið størri enn í flestu londum í Syðra-Afrika, hóast drúgvur turkur og spent viðurskifti ímillum størsta fólkaslagið, shona, og minnilutan, ndebele, í seinastuni hava tálmað menningini. Næst eftir Suðurafrika er Simbabvi tað landið í Afrika, har ídnaðurin er fjølbroyttastur. Býurin Bulawayo suðuri í landinum er vega- og jarnbreytarmiðdepil, og mesti ídnaðurin í Simbabvi er har. Har eru stálverk, sementvirki og alskyns ídnaðarvirki, ið gera skógvar, akfør, klæði maskinur o.a. Í býnum eru nógv matvøruvirki og tubbaksvirki.

Fólkasamansetning

[rætta | rætta wikitekst]

Flestu simbabviar eru shonar og búgva miðskeiðis og eystarlaga í landinum. Mangir shonar eru kristnir, men eru eisini animistar, tað er, at teir trúgva, at ymist í náttúrini, til dømis vøtn og trø, hava sál. Shonafólkið er gitið fyri leirkeraarbeiðið sítt og vøkru høggmyndalistina.

Skúlaskapur

[rætta | rætta wikitekst]
  1. http://www.historyworld.net/wrldhis/PlainTextHistories.asp?historyid=ad28
  2. http://www.telegraph.co.uk/news/worldnews/africaandindianocean/zimbabwe/6235334/Grace-Mugabe-her-stolen-farm-and-how-she-supplies-Zimbawean-milk-to-Nestle-food-giant.html
  3. "Archive copy". http://www.genocidepreventionnow.org/Home/tabid/39/ctl/DisplayArticle/mid/696/aid/307/Default.aspx. Heintað 2011-07-02. 
  4. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-09-18. https://web.archive.org/web/20100918005516/http://www.eubusiness.com/news-eu/zimbabwe-politics.5i8/. 
  5. http://www.amnesty.org/en/news-and-updates/news/zimbabwe-activists-including-jestina-mukoko-bailed-20090304
  6. http://www.frontlinedefenders.org/taxonomy/term/269
  7. http://www.state.gov/g/drl/rls/hrrpt/2005/61600.htm
  8. http://www.afrol.com/html/Categories/Gay/backgr_legalstatus.htm
  9. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-02. https://web.archive.org/web/20110702100744/http://womennewsnetwork.net/2010/04/07/corrective-rape-zimbabwe/. Heintað 2011-07-03. 
  10. http://english.pravda.ru/world/africa/19-07-2010/114267-zimbabwe-0/
  11. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-01-05. https://web.archive.org/web/20120105231019/http://fex.ennonline.net/19/zimbabwe.aspx. Heintað 2011-07-02. 
  12. http://afrol.com/articles/15950
  13. "Archive copy". http://www.economylive.org/entry/zimbabwes-inflation-mounts-to-3714-percent/. Heintað 2011-07-02. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið